Fyrstu stórsteypadystirnir í flogbóltssøgu Føroyar verða spældir í høllini á Giljanesi í morgin.
Báðir stórsteypadystirnir eru millum SÍ og Mjølnir. Kvinnurnar spæla klokkan 15, og mennirnir spæla klokkan 18.
Flogbóltsfrásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá báðum stórsteypadystunum á FM1.
Innkomni peningurin fer til "Renn fyri lívið".
Øll kunnu hoyra FM1 HER
Hæddarpunkt og samrøður við umboð fyri SÍ og Mjølnir koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.











