FM1: Siga frá H71-Team Klaksvík og VÍF-Neistin mikukvøldið

Dystirnir í seinasta umfarinum í bólkaspælinum í Faxe Kondi kappingini hjá monnum vera leiktir í annaðkvøld

Seinasta umfar í bólkaspælinum í Faxe Kondi kappingini hjá monnum vera leiktir í annaðkvøld.

Frásøgumennirnir hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge siga frá dystinum í bólki 1 millum H71 og Team Klaksvík í Hoyvíkshøllini, og dystinum í bólki 2 millum VÍF og Neistan í høllini í Vestmanna.

Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.

Samrøður við umboð fyri H71, Team Klaksvík, VÍF og Neistan koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

Øll kunnu hoyra FM1  HER

Skráin og støðan er hendan: (hsf.fo) :

Bólkur 1:

Mikudagur 03.02.21 kl. 20.00 H71 – Team Klaksvík (FM1 sigur frá dystinum)
Mikudagur 03.02.21 kl. 20.00 KÍF – H71 2

H71 hevur fýra stig. KÍF og Team Klaksvík hava tvey stig hvør, og H71 2 hevur einki stig.

Bólkur 2:

Mikudagur 03.02.20 kl. 20.00 StÍF – Kyndil
Mikudagur 03.02.20 kl. 20.00 VÍF – Neistin (FM1 sigur frá dystinum)

Neistin hevur fýra stig. Kyndil og VÍF hava tvey stig hvør, og StÍF hevur einki stig.