FM1: Súrt at missa javnleikin í yvirtíðini

(FM1) Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari hjá EB/Streymi iðrar seg um, at tað ikki helt heim hjá EB/Streymi móti Víkingi í dag

##med2##

EB/Streymur legði eitt gott leikligt avrik fyri dagin móti Víkingi í dag, og sundalagsmenn vóru frammanfyri bæði 1-0 og 2-1, men tá dysturin var liðugur stóðu teir eftir við ongum. Tvey mál hjá Finni Justinussen seinastu minuttirnar søktu EB/Streym. 

EB/Streymur – Víkingur 2-3 (1-0)

1-0: Niklas T. Kruse (37.)

1-1: Sølvi Vatnhamar br. (56.)

2-1: Rói H. Olsen (63.)

2-2: Finnur Justinussen (82.)

2-3: Finnur Justinussen (90. +)

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen staðfestir, at tað er súrt ikki at fáa stig, tá ein hevur verið á odda tvær ferðir.

Tá Árni Olsen bleiv vístur av vølli í 81. minutti blivu fyritreytirnar torførari, men Jákup Martin hevði vónað, at liðið kundi vart ein góðan javnleik heim.

Men Jákup Martin er nøgdur við hugburðin og leikliga avrikið , og har liggja góðir lutir sum EB/Streymur kann taka við sær til komandi dyst. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jákup Martin Joensen aftaná dystin. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Árni Gregersen gjørdi við nýggja høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen. 

 

(Samrøða: Jákup Martin Joensen)