##med2##
HB hevði eitt grúiligt hoyggj við 07 Vestur í dag, men við støðuna 2-2 hildu HB-arnir seg kunna stórfegnast í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat. Pætur Petersen skoraði til tað sum hevði blivið støðan 3-2 til HB, og harvið trý stig. Men so gekk ein løta, og aftaná Eiler Rasmussen, dómari hevði samskift við hjálpardómaran var 3-2 málið hjá HB kolldømt vegna rangstøðu hjá Hørði H. Askham, og vóru HB-arnir sera ørkymlaðir um hetta. Lítla løtu seinni var bríkslað av. Meðan vágamenn stórfegnaðust um eitt kærkomið stig á útivølli í Gundadali vóru HB-arnir alt annað enn nøgdir við hvussu hendan avgerandi støðan fall út.
HB – 07 Vestur 2-2 (2-0)
1-0: Stefan Radosavljevic 21.
2-0: sjálvmál 39.
2-1: Ronni Møller-Iversen br 56.
2-2: Høgni Egilstoft Nielsen 91.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge, frásøgumaður segði frá umstríddu støðuni, ið uttan iva fer at vera nógv viðgjørd á teimum sosialu miðlunum.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum fýra málunum. Hoyr eisini samrøðurnar Tróndur gjørdi við høvuðsvenjararnar, Michael Schjønberg hjá 07 Vestur og Kim Engstrøm hjá HB.