FM1: Petur Mittún og Teitur Joensen vera gestir í 10´aranum í morgin

Sendingin 10´arin verður á FM1 í morgin millum klokkan 10 og 12

Um sendingina 10´arin á FM1 í morgin fyrrapartin millum klokkan 10 og 12 sigur annar av vertunum, Petur Zachariassen: - Í senditímanum millum klokkan 10 og 11 vitjar aðalskrivarin hjá ÍSF Petur Mittún. Her verður tosað um virksemið hjá ÍSF seinasta árið meðan Korona hevur herjað. Umrøtt verður eisini hvussu árið í ár møguliga fer at síggja út.

Millum klokkan 10 og 12 vitjar Teitur Joensen, og tá verður nomið við avrikini hjá landsliðnum i í dystunum móti Moldova og Eysturríki, og so verður tosað um møguligt føroyskt avrik móti Skotlandi í dystinum sum verður mikukvøldið 31. mars. Eisini koma vit inn á hini norðurlondini og teirra avrik, greiðir Petur Zachariassen frá.

Øll kunnu hoyra FM1 HER