FM1: Øssur heldur B68 hevði betri uppiborið

(FM1) Hoyr samrøðurnar FM1 gjørdi við Øssur Hansen (B68) og Høgna E. Nielsen (07 Vestur)

##med2##

 

Tað sær ógvuliga gott út hjá 07 Vestur aftaná góða 2-1 sigurin á B68 á Svangaskarði á Toftum. 07 Vestur hevur vunnið seg upp á 25 stig nú, og teir hava níggju stig niður til ÍF á næstaftasta plássinum, og níggju stig eru eftir at spæla um.

 

Við tapinum og sigrinum hjá ÍF við Stórá í Trongisvági er B68 aftur í niðurflytingarvanda. B68 hevur bert trý stig niður til ÍF nú.

 

B68-07 Vestur 1-2 (0-1)

 

0-1 Dann Fróðason (3.)

 

1-1 Andri Benjaminsen (79.)

 

1-2 Sølvi Egilsson (87.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B68, Øssur Hansen og Høgna Egilstoft Nielsen hjá 07 Vestur. 

 

 

 

Øssur harmast ósigurin, og tað svíður eyka nú ÍF vann 1-0 á TB. Tað harmar Øssur, at hansara menn ikki dugdu betur at taka av málmøguleikunum í dystinum.

 

Høgni Egilstoft Nielsen fegnast um sigurin, men hann er als ikki nøgdur við leikliga avrikið hjá 07 Vestur. Høgni slær fast, at teir í 07 Vestur halda seg ikki vera tryggar enn, og teir ætla sær fleiri stig í trimum teimum seinastu dystunum.