##med2##
NSÍ vann sannførandi á 07 Vestur í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, ið var leiktur við Løkin í Runavík. Við tveimum skjótum málum beint aftaná tann hálvi tímin var farin kom NSÍ á sigurskós, og hevði ungi Ari Petersen ikki staðið so væl í málinum hjá 07 Vestur kundi tað skjótt sæð ljótt út. NSÍ fekk eitt mál aftrat í seinna hálvleiki.
Tað sum vit fara at minnast dystin mest fyri var, at fyrst vildi Heðin Askham ikki staðfesta í beinleiðis samrøðu við Trónd Arge á FM1, at hetta var seinasti dysturin hjá honum sum høvuðsvenjari hjá 07 Vestur, men løtu seinni váttaði hann yvirfyri Teiti Joensen, viðmerkjara, at hetta var seinasti dysturin hjá honum sum høvuðsvenjari hjá 07 Vestur.
NSÍ-07 Vestur 3-0 (2-0)
1-0 Klæmint A. Olsen (31.)
2-0 Jacob Trenskow (34.)
3-0 Klæmint A. Olsen (81.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum hjá NSÍ. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr seinastu samrøðuna Heðin Askham gjørdi sum høvuðsvenjari hjá 07 Vestur á hesum sinni, men tað visti Tróndur Arge ikki meðan hann interviewaði hann. Heðin Askham var glaður um, at Ari Petersen tók av møguleikanum og slær fast, at Silas Eyðsteinsson fer at fáa dyst til strikuna.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við tvímálsskjúttan og liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen sum fegnast um víðari luttøkuna, men iðrar seg um, at NSÍ ikki vann meir, men hann staðfestir, at Ari Petersen í 07 Vestur málinum stóð ein branddyst.
4) Hoyr Trónd og Teit Joensen taka samanum, men fyrst slapp Teitur at kunngera tíðindini um, at Heðin Askham er givin sum høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur.
FM1 sigur aftur frá steypafótbólti í morgin klokkan 15. Tá fer Petur Asbjørn Lervig at siga beinleiðis frá dystinum millum EB/Streym og B36 í Hólmanum á Eiði.