##med2##
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen aftaná 1-3 tapið móti Dundalk FC í Europa League Play Off dystinum í Dublin.
Mikkjal er bæði skuffaður og stoltur. Hann er skuffaður av, at KÍ ikki vann seg víðari í bólkaspælið.
Samstundis er Mikkjal stoltur av sínum spælarum, ið megnaðu at trýsta írska meistaraliðið fleiri ferðir undir dystinum, men teir seinastu marginalarnir koppaðu tíverri ikki til KÍ.
Mikkjal slær fast, at nú ætlar KÍ aftur at vinna seg út í Evropa, og gera tað minst líka gott komandi ár.
HER ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við liðskiparan, Jákup Biskopstø Andreasen.
HER ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við málskjúttan, Ole Erik Midtskogen.