TB skrivar m.a. soleiðis í kvøld:
Michael Winter takkað fyri seg
Eftir 0-4 ósigurin móti B36 í dag, hevur høvuðsvenjarin Michael Winter valt at takka fyri seg. Michael kom til Tvøroyrar Bóltfelag í fjør og endaði liðið á 8. plássi við 18 stigum. Nú 7. leikumfar er farið afturum, hevur TB einans megnað at vinna 1 av 21 stigum, liggur aftast og er eisini úti av steypakappingini.
Hetta er sjálvandi keðiligt, sæð við TB-brillum, og broyting má onkursvegna koma í. Vanliga loysnin er altíð at fara eftir venjaranum og vita um til ber at fáa nýggjan vilja inn á liðið. Í hesum føri hevur venjarin sjálvur valt at siga seg úr starvi og felagið má nú leita eftir aðrari loysn.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Michael Winther fyrr í kvøld. Michael staðfestir, at vánaliga gongdin seinastu tíðina fekk hann at taka avgerðina. Michael sigur, at tað er ikki lætt at vera venjari hjá einum liði sum er í kapping við so nógv pengasterk lið norðanfyri, men hann heldur, at TB hevur potentialið at hava eitt lið í Betrideildini,.
2) Hoyr eina stutta samrøðu við Dan Brimsvík, høvuðsvenjara hjá B36 gjørd stutt aftaná 4-0 sigurin. Dan fegnast um sigurin og tey fýra málini, men hann heldur ikki, at B36 enn er har teir ynska at vera.
TB – B36 0-4 (0-1)
0-1: Bjarni Petersen 44.
0-2: Brian Jakobsen 52.
0-3: Bjarki C. Nielsen 81.
0-4: Mathias Thrane 86.