##med2##
NSÍ kom væl frá landi við einum 4-3 sigri á EB/Streymi við Margáir í Streymnesi seinnapartin í dag. Tað var serliga í fyrra hálvleiki, at málveitsla var hildin. Seks av teimum sjey málunum komu í fyrra hálvleiki.
EB/Streymur-NSÍ 3-4 (3-3)
0-1: Jørgen Nielsen (1.)
1-1: sjálvmál (5.)
1-2: Jørgen Nielsen br. (23.)
1-3: Sølvi Sigvardsen (26.)
2-3: sjálvmál (34.)
3-3: Niklas Kruse (45.)
3-4: Hans Marius Davidsen (81.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum sjey málunum.
2) Hoyr stutta samrøðu við høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen sum iðrar seg um, at einki stig lá eftir í Streymnesi aftaná eitt gott avrik hjá EB/Streymi.
3) Hoyr stutta samrøðu við venjaran hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen sum fegnast um, at ungu spælararnir hjá NSÍ vístu sítt virði í dag.











