FM1: Løgmaður og borgarstjórin vitja "Jól í KC"

Aksel V. Johannesen, Annika Olsen, Bergur Debes Joensen og Dánjal Petersen verða gestir á FM1 týsmorgun

Týsdagin millum klokkan 10 og 12 verður beinleiðis sending frá Katrinu Christiansen har tosað verður um jólini fyrr og nú hjá gestunum.

 

"Jól frá Katrinu Christiansen" er ein beinleiðis sending á FM 1 har Petur Zachariassen er vertur.

 

Gestir í tímanum millum 10 og 11 verða Annika Olsen Borgarstjóri og Aksel V. Johannesen Løgmaður.

 

Í tímanum millum klokkan 11 og 12 verða tað Bergur Debes Joensen prestur og Dánjal L. Petersen fyristøðumaður í City Church, sum verða gestir hjá Peturi Zachariassen.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Sendingin kemur út á in.fo týskvøldið.