##med2##
Við Stórá í Trongisvági hevur verið KÍ ein boysin vøllur seinni árini við bæði tapum og javnleikum, men í dag gekk sum eftir ánni hjá KÍ.
KÍ vann stórssigur 5-0 á TB aftaná hálvleiksstøðuna 1-0, har tað eydnaðist at halda TB burtur frá vandamiklum málmøguleikum.
Aftaná dystin fekk FM1 orðið á ein fegnan hjálparvenjara hjá KÍ, Sjúrður Jacobsen sum fegnast um, at liðið hevur fult stigatal og reint mál við málmuninum 11-0 aftaná trý tey fyrstu umførini.
Í dag kundi Sjúrður staðfesta gott avrik í bæði álopi og verju, har KÍ helt TB burtur frá vandamiklum málmøguleikum.
KÍ-HB í komandi umfari verður lýstur sum lagnudystur fyri HB, men har er Sjúrður ikki samdur: - Tað er bara 4. umfar, og nógv kann henda eftir tað, sigur Sjúrður Jacobsen.