##med2##
Tað var "too little too late" hjá B36, ið fekk pyntað um við tveimum málum, og tað er tað jaliga liðið kann taka við sær til stóru uppgávuna í Europa League á Tórsvølli komandi mikukvøld klokkan 19 á Tórsvølli aftaná 2-4 tapið móti NSÍ við Løkin í Runavík í kvøld.
NSÍ – B36 4-2 (3-0)
1-0: Petur Knudsen (34.)
2-0: Sjálvmál (37.)
3-0: Klæmint A. Olsen br. (41.)
4-0: Petur Knudsen (59.)
4-1: Ragnar Samuelsen (67.)
4-2: Sjálvmál (70.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr stutta samrøðu FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg sum slær fast, at hetta tapið fer liðið at leggja stundisliga afturum seg, tí nú bíðar stór uppgáva komandi mikukvøld.
2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1 í kvøld, Svenn Ó. Olsen taka samanum ein uppibornan sigur til NSÍ. Svenn Ó. Olsen heldur, at í 85 minuttum í dystinum stóðu NSÍ-arnir seg sera væl, og vunnu ein uppibornan sigur. Svenn Ó. Olsen heldur, at KÍ er størsti favoritturin til FM-heitið, tí teir hava tann sterkasta hópin.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum seks málunum. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við Rógva Egilstoft hjá NSÍ.











