##med2##
Hoyvíkskvinnur vunnu sær eitt sera gott útgangsstøðið til seinnu hálvfinaluna í Hoyvíkshøllini komandi leygardag við at vinna rættliga greitt 28-21 á StÍF í fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini inni á Skála. Í steðginum var H71 á odda 13-10.
Returdysturin verður í Hoyvíkshøllini leygardagin 13. februar klokkan 18.
StÍF-H71 21-28 (10-13)
Toppskjúttar StÍF: Haruka Gima 9 og Yuika Kurimoto 4.
Toppskjúttar H71: Jana Mittún 11 og Maria H. Weyhe 5.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá seinastu løtuni av dystinum á Skála.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við verjuskansan hjá H71, Elsu Egholm sum var sera fegin um, at tær í H71 megnaðu at steðga skjótálopunum hjá StÍF. Hóast eina leiðslu uppá sjey mál undan seinnu hálvfinaluni minnir Elsa á, at einki er avgjørt enn.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við venjaran hjá StÍF, Jón Rasmussen sum staðfesti, at H71 var greit betri í dag, og talan verður um torføran arbeiðssetning hjá StÍF nú at røkka steypafinaluni. Men Jón minnir á, at StÍF fyrr hevur vunnið á H71 við sjey málum.