##med2##
FM1 sendir í hesum døgum átta nýggjar partar við sendingunum "Home and Away", ið er sending á enskum, tó hesaferð “with a twist”, sum verturin málber seg
Í hesum sendingum prátar verturin, Stella Zachariassen við eftirkomarar, t.v.s. vaksin børn, har annað av foreldrunum eru útlendingar ella tilflytarar.
Martin Skúvdal úr Vestmanna, ið hevur avstralska mammu og føroyskan pápa var gestur í ensktmæltu sendingini á FM1 hesaferð.
HER ber til at hoyra sendingina.
Sendingin er á FM1 hvønn mikumorgun klokkan 10.
HER ber til at hoyra fimtu sendingina, ið var við SIgri Gaini, ið hevur iranskan pápa og føroyska mammu.
HER ber til at hoyra fjórðu sendingina, ið var við Thomas Warner, ið hevur enskan pápa og føroyska mammu.
HER ber til at hoyra triðju sendingina. Gestur var Sharon Sivertsen, ið hevur srilanska mammu og føroyskan pápa.
HER ber til at hoyra aðru sendingina. Gestur var Mickey Shemesh, ið hevur ísraelskan pápa og føroyska mammu.
HER ber til at hoyra fyrstu sendingina. Gestur var Joy Johannesen, ið hevur føroyskan pápa og pakistanska mammu.