##med2##
FM1 er farið í holt við at senda átta nýggjar partar við sendingunum "Home and Away", ið er sending á enskum, tó hesaferð “with a twist”, sum verturin málber seg
Í hesum sendingum prátar verturin, Stella Zachariassen við eftirkomarar, t.v.s. vaksin børn, har annað av foreldrunum eru útlendingar ella tilflytarar.
Sendingin er á FM1 hvønn mikumorgun klokkan 10.
Mickey Shemesh úr Kvívík var gestur hjá Stellu Zachariassen í sendingini fyrrapartin.
Mickey hevur føroyska mammu og ísraelskan pápa, og lýsti tær báðar mentanirnar, og tey bæði londini, Føroyar og Ísrael sum hava myndað hann.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.
HER ber til at hoyra sendingina, ið var í farnu viku. Gestur var Joy Johannesen, ið hevur føroyskan pápa og pakistanska mammu.











