FM1: Hoyr Kevin, Pætur og Michal seta orð á søguliga sigurin

(FM1) Hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Kevin Schindler, Pætur Petersen og Michal Przybylski

##med2##

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1 samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi aftaná søguliga 4-0 stórsigurin hjá HB í Europa Conference League undankappingini á Budocnost Podgorica, ið er størsti evropeiski sigur hjá HB nakrantíð. Tróndur prátaði við:

 

1) Kevin Schindler, venjara hjá HB.

 

2) Pætur Petersen, málskjútta til 3-0

 

3) Michal Przybylski, ið skoraði tvey tey fyrstu málini.  

 

-Eg havi sagt við allar spælararnar, at eg rokni við teimum, og at vit hava brúk fyri teimum. Í kvøld fekk Michal Przybylski møguleikan millum teir fyrstu ellivu, og hann tók av. Bæði tí hann spældi væl, og tí hann skoraði tvey mál, tá ið tað var sera týdningarmikið. Sjálvsálitið vaks dygst undan steðginum, tá ið vit skoraðu. So tosaðu vit um, at nú var neyðugt at halda tørn og koyra á, og so vaks sjálvsálitið uppaftur meiri, tá ið vit eftir lítlari løtu skoraðu trý mál og øktu til 4-0, segði Kevin Schindler aftaná dystin. 

 

-Hetta árið hevur ikki verið nakað serligt hjá mær. Tríggjar tær síðstu vikurnar hava vit vant sera nógv og hart, og tá ið eg so fekk møguleikan, eri eg sera fegin um, at tað riggaði at liva upp til álitið, segði Michal Przybylski aftaná dystin. 

 

Pætur Petersen fegnaðist eisini um at hava fingið álitið í kvøld. 

 

HB – Buducnost Podgorica 4-0 (1-0)

 

1-0: Michal Przybylski 45.

 

2-0: Michal Przybylski

 

3-0: Pætur J. Petersen 58.

 

4-0: Daniel Johansen br 66.

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – René S. Joensen (Hilmar Leon Jakobsen, 46.), Heðin Hansen – Pætur J. Petersen (Stefan Radosavljevic, 67.), Michal Przybylski (Ási Dam, 81.), Adrian Justinussen (Mads Mikkelsen, 91.) – Mikkel Dahl (Àki Debes Samuelsen, 81.)

 

Á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Dan í Soylu, Jákup Thomsen, Samuel Johansen Chukwudi

 

Venjari: Kevin Schneider

 

 

 

 

 

 

 

 

 

(Samrøður: Kevin Schindler, Pætur Petersen og Michal Przybylski)

(Samrøður: Kevin Schindler, Pætur Petersen og Michal Przybylski)