FM1: Hoyr ÍF-leikarar og ÍF-formannin fegnast um uppflytingina

(FM1) Hoyr samrøður við Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin og Georges Rouah

##med2##

 

Tá ÍF fyrr í dag var staðfestur uppflytari upp í Betrideildina við 4-0 heimasigri á Undrið FF valdi FM1 at seta sjóneykuna á tað í sendingini "Triði Hálvleikur".

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við: 

 

1) ÍF-veteranin, Dánjal á Lakjuni.

 

2) ÍF-veteranin og tvímálsskjúttan, Karl A. Løkin.

 

3) ÍF-formannin, Georges Rouah.

 

Fyri Dánjal og Karl er tað ein stórur lætti og ein stór gleði, at uppflytingin er staðfest. Fyri stuttum tapti ÍF tríggjar dystir á rað, men leikararnir avráddu í dag, at nú skuldi gongdin vendast, og tað eydnaðist aftaná fyrsta hálva tíman at koma framum 3-0 móti Undrinum. Dánjal er ikki heilt vísur í um hann fer at taka eitt tørn í Betrideildini aftrat. Karl heldur, at ÍF hevur nógvar ungar og evnaríkar leikarar, og tí skuldi ikki verið neyðugt at styrkt liðið so ræðuliga nógv fyri at vinna seg upp á hitt tiltikna áttanda plássið.

 

- Tá ið vit í fjør fluttu niður, løgdu vit ætlanir um, at felagið skuldi tryggja sær uppflyting við lokalum spælarum, og tað er eydnast. Fleiri av teimum eru heilt ungir, og teir eru nógv mentir í ár. Men tað hevði verið óðamannaverk at rokna við, at teir skulu bera liðið fyrsta árið í bestu deildini. Tað vita vit, og nú fer tað at snúgva seg um at finna teir spælararnar, sum saman við veteranunum, ið eru á liðnum og sum fara at halda fram, kunnu stuðla okkara ungu monnum í bestu deildini, men tað fara vit at gara við ábyrgd fyri tí fíggjarliga, sigur Georges Rouah formaður í ÍF.

 

Samrøður við Dánjal á Lakjuni, Karl A. Løkin og Georges Rouah um uppflytingina hjá ÍF

Samrøður við Dánjal á Lakjuni, Karl A. Løkin og Georges Rouah um uppflytingina hjá ÍF