FM1: Hoyr báðar tíðindafundirnar

(FM1) Hoyr tíðindafundirnar hjá føroyska og danska landsliðnum aftaná minniliga landsdystin á FM1

##med2##

 

Annar landsliðsvenjarin var stoltur av sínum monnum, og var takksamur fyri tann stemningin Skansin og fjøldin á Tórsvølli stóð fyri í kvøld.

 

Hin landsliðsvenjarin var lættur um at sleppa úr Føroyum við trimum stigum, og hann rósti eisini føroyska liðnum og føroysku áskoðarunum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1 upptøku av tíðindafundunum hjá landsliðsvenjarunum, Håkan Ericsson og Kasper Hjulmand.

 

Nú UEFA hevur stongt Mixed Zone fyri privatu miðlunum í Føroyum mátti FM1 disponera aðrar vegir í kvøld, nú tá samrøður ikki eru tøkar, og tí vóru tíðindafundirnir varpaðir út á hesum sinni.