##med2##
Helgi L. Petersen og Rasmus Nolsøe vóru gestir hjá Tróndi Arge í sendingini "Fótbóltspanelið" á FM1 seinnapartin.
Til viðgerðar vóru avrikini hjá teimum 10 liðunum í Betrideildini fyrsta triðingin av kappingini, og hvat Helgi og Rasmus vænta komandi tveir triðingarnar av kappingini.
Rasmus og Helgi mettu eisini um 10. umfar í Betrideildini:
Fríggjadagin klokkan 19: EB/Streymur-B36 (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 15: Víkingur-KÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 15: ÍF-TB
Sunnudagin klokkan 15: Skála-HB
Sunnudagin klokkan 17: AB-NSÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
NSÍ, B36 og serliga HB eru stórir favorittar, meðan ÍF og KÍ eru teir minnu favorittarnir í hesum umfarinum.