##med2##
HB livdi lívið vandamikið í Fuglafirði, men við einari gyltari sending frá einum kendum landsliðsspælara í hondbólti, Hilmari Leon Jakobsen eydnaðist tað oddaliðnum at vera eitt mál betur enn fuglfirðingar í dag.
ÍF – HB 1-2 (1-1)
1-0: Hans Jákup Lervig 6.
1-1: Mathias Nygaard 29.
1-2: René S. Joensen 66.
Høvuðsvenjarin hjá HB, Jens Berthel Askou er sera lættur um sigurin. Hann greiðir frá, at liðið er við monnum sum eru uttanfyri ikki so væl fyri sum fyrr í ár, og hendan støðan hevur tvungið hann í hondbóltshøllina eftir fólki, sipandi til Hilmar Leon Jakobsen.
Hóast oddalið koyrir Jenst Berthel Askou favorittleiklutin frá sær nú HB skal spæla áttandapartsfinalu móti KÍ í kappingini um løgmanssteypið norðuri í Klaksvík komandi mikukvøld.
Hans Jørgen Djurhuus, ið venur ÍF saman við Ólavi Larsen iðrar seg um, at ÍF ikki fekk sítt fyrsta stig móti einum topp-4 liði í dag. Hans Jørgen heldur, at ÍF átti bæði spæl og málmøguleikar at fáa meir burturúr heimadystinum móti HB í dag.
Hans Jørgen Djurhuus heldur, at liðið hjá ÍF er betri enn onkur Víkinga-lið sum Hans Jørgen sjálvur hevur verið partur av, tá hann hevur vunnið kappingina um løgmanssteypið. Nú ætlar Hans Jørgen sær víðari í kappingini um løgmanssteypið. ÍF spælir móti TB á útivølli komandi mikukvøld.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna sum reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Jens Berthel Askou.
2) Hoyr samrøðuna sum Tróndur Arge gjørdi við Hans Jørgen Djurhuus.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum, ið komu í dystinum í Fuglafirði. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við Hilmar Leon Jakobsen.
##med3##