##med2##
KÍ hevur vunnið seg í eina gylta støðu til at fara við FM-gullinum 2021. Tað er púra greitt aftaná 3-2 sigurin hjá KÍ á HB á ovara vølli í Gundadali í kvøld. Tað er breið semja um, at talan er um ein uppibornan sigur.
Sigurin merkir, at KÍ er 10 stig frammanfyri Víking, ið er sjey stig frammanfyri HB sum hevur leikt tveir dystir færri enn Víkingur. Komandi sunnudag tekur KÍ móti botnliðnum, TB meðan Víkingur og HB bresta saman í Sarpugerði, so tá kann KÍ økja enn meira um oddastøðuna hjá sær.
HB – KÍ 2-3 (0-2)
0-1: Bob Sumareh 4.
0-2: Odmar Færø 21.
1-2: Daniel Johansen 62.
1-3: Bob Sumareh 68.
2-3: Hilmar Leon Jakobsen 87.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá málunum og dystarendanum. Teitur Joensen var viðmerkjari hjá FM1 í kvøld.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein sera fegnan høvuðsvenjara hjá KÍ, Mikkjal Thomassen sum heldur, at tað KÍ fekk brúkt drúgvu fyrireikingartíðina væl meðan HB hevur stríðst í Evropa. Mikkjal kann staðfesta eitt framúr gott avrik hjá sínum spælarum í kvøld.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við venjaran hjá HB, Kevin Schindler sum ásannar, at tað fer at krevja eitt risastórt undur um HB skal vinna FM-gull nú. Fokus verður at enda so ovarlaga á stigatalvuni sum gjørligt, og steypakappingin bíðar eisini hjá HB.
4) Hoyr Trónd og Teit taka samanum hvussu KÍ gagnnýtti fyrsta "matchbóltin", og teir báðir eru rættiliga ivaleysir í, at KÍ fer við FM-gullinum nú.