##med2##
KÍ gjørdi sína støðu torførari við at missa tvey stig móti TB við Stórá í Trongisvági í dag aftaná javnleik 0-0.
KÍ er tvey stig frammanfyri HB í Betrideildini, men HB hevur spælt tveir dystir færri, og HB kann við sigri á ÍF í annaðkvøld leggja seg á odda í Betrideildini, og tá enntá hava ein dyst til góðar.
- Vit høvdu málmøguleikarnir sum kravdust fyri at vinna dystin. Hetta staðfestir Sjúrður Jacobsen, ið hevði ábyrgdina av liðnum hjá KÍ í dag. Mikkjal Thomassen var aftaná trý gul kort vístur til áskoðaraplássini.
Sjúrður Jacobsen heldur, at ógvuliga tætta dystarskráin við heimligum og altjóða dystum byrjar at merkjast.
Men hann slær fast, at teir í venjaratoyminum og hópurin hjá KÍ fara at fyrireika seg væl til dystin á Tórsvølli í triðja undanumfarinum til Europa League, har georgiska meistaraliðið, Dinamo Tblisi bíðar teimum. Sjúrður Jacobsen heldur, at Dinamo Tblisi er favorittur, men hann er vónríkur um, at KÍ kann skriva søgu og vinna á Dinamo Tblisi.
KÍ má vera Oddmar Færø fyri uttan á Tórsvølli mikukvøldið. Oddmar fór út við skaða tá ein tími av dystinum var spældur við Stórá í Trongisvági.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Sjúrð Jacobsen.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá TB, Michael L. Winther.










