FM1: Fyrsti sigurin í 10 ár á NSÍ kemur væl við á Toftum

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá B68 og málverjan hjá NSÍ seta orð á 2-0 sigurin hjá B68 við Løkin

##med2##

 

Á Toftum eru tey ikki heilt lend enn. Fyrsti sigurin í fremstu mansdeildini hjá B68 á NSÍ í 10 ár kemur ógvuliga væl við. 

 

Sebastian Lau Nielsen er við fýra málum í trimum dystum longu ein veruligur profilur í Betrideildini. 

 

NSÍ – B68 0-2 (0-2)

 

0-1: Sebastian Lau Nielsen 14.

 

0-2: Steffan A. Løkin 45.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá B68, Øssur Hansen seta orð á søta sigurin og framúr góða avrikið hjá sínum monnum.

 

2) Hoyr roynda málverjan hjá NSÍ, Tórður Thomsen staðfesta, at tað er nógv at arbeiða við hjá NSÍ aftaná 10 mál eru farin inn fyrstu tríggjar dystirnar hetta kappingarárið.

 

Á heimasíðuni hjá FM1 www.fm1.fo ber til at hoyra fleiri samrøður og hæddarpunkt.