FM1 samrøður: Dómarin og høvuðsvenjararnir um avlýsta dystin Víkingur-AB

(FM1) Hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi í Sarpugerði aftaná avgerðin var tikin at avlýsa vegna veður

##med2##

 

Á ljóðfíluni omanfyri: Hoyr samrøðurnar Tróndur Arge, frásøgumaður hjá FM1 gjørdi við Alex Troleis dómara, og høvuðsvenjararnar Jóhan Petur Poulsen, Víkingur og Sámal Erik Hentze, AB um avlýsta dystin í Sarpugerði í Norðragøtu Víkingur-AB.

 

Enn er ikki greitt, nær dysturin verður. Tað er tó greitt, at hann verður ikki tvær tær næstu vikurnar, tí tíðliga í morgin fer landsliðið suður til Spania á venjingarlegu, og eisini U-21 landsliðið, har AB venjarin Sámal Erik Hentze er venjari, verður upptikið av tveimum dystum.