##med2##
Farna umfar hevði Víkingur stórar trupuleikar við at knógva B68, og tað endaði við 2-2 javnleiki á Svangaskarði. Í dag hevði Víkingur sítt hoyggj við TB í Sarpugerði, men heimaliðið fekk knógvað enn ein 1-0 heimasigur á TB heim.
Víkingur-TB 1-0 (1-0)
1-0 Sølvi Vatnhamar (23.)
- Vit eru ikki nøgdir við avrikið, tí talan var um ov lítið at flótandi spæli og um ov nógvar nærdystir. Teir pressaðu okkum frammarlaga, og vit sparkaðu ov nógv, heldur enn at spæla okkum úr pressinum, sigur Arnbjørn Svensson hjá Víkingi í samrøðu við Árna Gregersen, reportara hjá FM1.
- Víkingur stýrdi fyrra hálvleiki, uttan at tað eydnaðist teimum at vinna seg til stórar málmøguleikar. Eftir steðgin pressaðu vit frammarlaga á vøllinum, og tað riggaði væl, men okkum restar styrki frammarlaga á vøllinum. Støðutalvan sigur, at vit ikki skjóta mál, og tað er størsti trupulleikin, staðfesti TB miðvallarin Dánjal Godtfred í samrøðu við Árna Gregersen.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Árni Gregersen gjørdi við Arnbjørn Svensson og Dánjal Godtfred.