FM1: AB átti at fingið meir burturúr í seinna hálvleiki

(FM1) Asbjørn Heðinsson hjá AB heldur, at teir vóru ikki so langt burturfrá at fáa úrtøku í dystinum móti NSÍ á Argjum í dag

##med2##

AB hevði mótbrekku longu í áttanda minutti tá NSÍ kom á odda í dystinum á Argjum í dag, og í steðginum var mótbrekkan enn brattari, tá NSÍ økti til 2-0.

Í seinna hálvleiki stríddust argjamenn munabetri, og serliga Adeshina Lawal brendi stórar málmøguleikar.

AB – NSÍ 1-2 (0-2)

0-1: Petur Knudsen (8.)

0-2: Jesper Flinck Christjansen (42.)

1-2: Bartal S. Petersen (90.)

Asbjørn Heðinsson hjá AB heldur, at heimaliðið avgjørt átti at fingið meir burturúr málmøguleikunum, og tað var heldur seint, at teir fingu minka um munin til 1-2.

Asbjørn Heðinsson slær fast, at teir í AB hava ikki mist mótið, og fara at stríðast fyri sínum møguleika.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Asbjørn Heðinsson aftaná 1-2 tapið móti NSÍ. 

HER  ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá teimum trimum málunum. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen. 

(Samrøða: Asbjørn Heðinsson)