FM vónin livir í Sundalagnum

Sandoyingar kláraðu at standa ímóti sterka álopsliðnum úr Sundalagnum í 55 minuttir. Men tá gestirnir so fingu hol á, so gjørdist talan um ein stórsigur, tí sandoyingar ikki megnaðu at renna kapp við formsterku gestirnar, sum at enda vunnu 4-0. Úrslitið hevur við sær at EB/Streymur heldur lív í vónini at vinna FM, meðan botnurin brennur undir sandoyingum

EB/Streymur er formsterkasta liðið í Vodafonedeildini í løtuni. Við sigrinum á B71, hevur EB/Streymur fingið 26 stig til hølvdar síðani summarsteðgin, og tað hevur einki annað Vodafonelið megnað. Góða gongdin hjá sundalagsmonnum hevur við sær, at teir nú eru einasta liðið, sum kann hótta HB í FM stríðnum.

Orsøkin til jaligu gongdina hjá sundalagsmonnum, skyldast í stóran mun, at tað er ein góð javnvág millum verjupartin og álopspartin á liðnum. Hetta hevur við sær at profilar, so sum Arnbjørn og Hans Pauli, rættuliga eru komnir fyri seg. Teir báðir vóru eygsýndir í dystinum ímóti B71 sunnudagin, har teir skoraðu tvey mál í part.

Korthúsið fall

B71 kláraði at halda gestunum frá fatinum í 55 minuttir. Men eftir at EB/Streymur hevði lagt seg á odda, so fall korthúsið hjá sandoyingum saman. Hetta tí teir nú vóru noyddir fram á vøllin, og tá komu manglarnir á liðnum rættuliga til sjóndar. Símun Hansen royndi, men EB/Streymur hevði sum heild tamarhald á honum, og hinum sandoyingunum.

Úrslitið hevur við sær at støðan er óbroytt í botnstríðnum, har sandoyingar eru eitt stig frammanfyri suðuroyingar. Tískil er avgerðin, um hvør skal flyta niður í 1. deild saman við AB, útsett til síðsta umfar.

Bragdaði eftir steðgin
Eftir ein málleysan fyrra hálvleik, har sundalagsmenn høvdu leikliga yvirvág, so kom meira gongd í eftir steðgin. Tá 10 minuttir vóru spældir av seinra hálvleiki, bragdaði hjá EB/Streymi, tá Hans Pauli Samuelsen fekk bóltin framvið Markovic í B71 málinum.

Tað var sum um leiðslumálið tók luftina frá sandoyingum, meðan gestirnir fingu nýggja megi. Tískil var tað fult í trá við dystargondina, tá Hans Pauli økti um leiðsluna, eitt gott korter fyri dystarlok.

Síðstu 10 minuttirnar fingu sundalagsmenn tvey mál afturat, sum toppskjúttin í Vodafonedeildini, Arnbjørn Hansen, stóð fyri.

Sostatt vann EB/Streymur at enda ein uppibornan 4-0 sigur á B71. Úrslitið hevur við sær at, avgerðin í oddastríðnum, eins væl og í botnstríðnum, er ústett til síðsta umfar í Vodafonedeildini, sum verður komandi vikuskifti.