Sunnudagin verður kappast um føroyameistaraheitið í Sprint triathlon, tey kalla. Kappingin verður í Havn og byrjar kl. 13.00. Tá kappast verður í Sprint Triathlon verður fyrst svomið 750 metrar, síðan verður súkklað 20 kilometrar og at enda runnið 5 kilometrar. Súkklað verður millum rundkoyringina við R.C. Effersøesgøtu og rundkoyringina við Skansan. Koyrt verður framvið strond og teinurin verður koyrdur tríggjar ferðir. Runnið verður á økinum við Plantusøluna. Teinurin er uml. 1 km langur, og verður runnin seks ferðir.










