FM í reiðskapsfimleiki fyri tey eldru um vikuskiftið

Hetta er á fyrsta sinni, at kappingin verður hildin í høllini á Rituvíkshálsi

Fimleikur

FM kappingin í reiðskapsfimleiki verður um vikuskiftið í høllini á Rituvíkshálsi. Seinasta vikuskiftið var FM-kapping fyri dreingir og gentir upp til sjeynda flokk, og hetta vikuskiftið skulu teir eldru fimleikararnir royna seg.
Hetta er á fyrsta sinni, at FM í reiðskapsfimleiki verður hildin í høllini á Rituvíkshálsi. Fimleikararnir lata sera væl at høllini, sum er vælegnað til reiðskapsfimleik. Tað er fimleikafelagið Støkk, sum leigar høllina frá virkinum FJM.
Fimleikafelagið úr Runavík var í hølistrupulleikum, og avtala fekst tí í lag við FJM um leigu av høllini. Síðan januar mánað hevur Støkk vant í høllini. Seinasta vikuskiftið var fyrsta kappingin hildin í høllini, og bæði áskoðarar og fimleikarar vóru stak væl nøgd við umstøðurnar.
Høllin gevur møguleikar hjá fimleikarunum at kappast í beinsving og rekk, sum ikki eru vanligar greinir í Føroyum, men vanligar í øðrum londum.
Helgi verður við
Stóri heiðursmerkjaslúkarin á oyggjaleikum fyri tveimum árum síðan, Helgi Winther Olsen, verður við í FM kappingini um vikuskiftið. Hann og Høgni Øster eru báðir upptiknir av teirra felagi í Danmark, men Helgi hevur kortini valt at luttaka í FM kappingini.
Kappingin í reiðskapsfimleiki er skipað í tveimum. Leygardagin kappast bæði gentur og dreingir í fýra amboðum, meðan sunnudagin verður kappast í einum amboði. Genturnar kappast í gólvi, basic line, lopi, biti. Dreingirnir kappast í gólvi, lopi, beinsvingi og ringum.
Fyriskipararnir siga, at bert tey størru feløgini hava boðað frá luttøku. Hetta merkir, at tað vera fimleikarar úr Støkk, Havnar Fimleikafelag og Ljósinum sum um vikuskiftið fara at kappast um FM heitini í reiðskapsfimleiki. Eftir kappingina sunnudagin verður endaliga kunngjørt, hvørjir fimleikarar skulu umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey