Kappróður
At innandura-rógvingin er komin fyri at vera, man lítil ivi vera um. Seinnu árini er talið av kappingum - og áhugin fyri hesum - vaksin við stórari ferð. Størstu kappingarnar hava verið í Havn og í Runavík, og nú rigga tey í Havn enn einaferð til óalmennu FM-kappingina.
Hendan verður í ár hildin í Eysturskúlanum, og fyrireikararnir úr Havnar Róðrarfelag siga, at freistin at tekna seg fyri luttøku er sett til 7. februar.
Kappingin er her skipað í fleiri bólkum. Bæði viðvíkjandi vekt og aldri, soleiðis at sannlíkindini fyri at kappast á jøvnum føti eru størri.
Bólkarnir í kappingini eru hesir: 16 ár og yngri, har gentur og dreingir kappast hvør sær. 20 ár og yngri, har gentur og dreingir kappast hvør sær. Opin bólkur, hasr kvinnur og menn kappast hvør sær, og har luttakararnir eisini verða býtt í vektflokkar. Hjá monnum er markið fyri teimum báðum vektflokkunum 75 kg, meðan tað hjá kvinnum er 61,5 kg. Ein bólkur er eisini fyri tey, sum eru 35 ár og eldri.
Lið- og blandað
At enda verður talan eisini um kappingar fyri lið og í sonevndari blandaðari kapping.
Í liðkappingini eru seks rógvarar á hvørjum liði, og kunnu bæði kvinnur og menn vera á hesum liðum. Hvør rógvari rør her 500 metrar. Tíðin, sum einstaki rógvararnir her nýta, verður so umroknaður eftir serligum frymli, soleiðis at úrslitið verður sett í mun til aldur, kyn og vekt.
Sami frymil er eisini galdandi í blandaða bólkinum. Eisini her skulu 500 metrar rógvast, og so verður endaliga úrslitið gjørt upp sambært serliga frymlinum.