FM-kappingin í 100 km súkkling verður leygardagin

Súkkling: Bogi Kristiansen er stórfavorittur til at vinna 100 km kappingina, nú Rógvi Johansen ikki fær verið við

Í morgin, leygardagin, endar føroyska súkkluárið 1998 við tí stóru 100 km FM-kappingini.

Hetta er tann seinasta súkklukappingin her á landi í ár, og Bogi Kristiansen, sum hevur vunnið kappingina fleiri ferðir fyrr, er eisini í ár favorittur til at vinna.

Bogi vann herfyri Statoil Kring Føroyar kappingina, og hann er sera væl fyri júst nú. Seinasta leygardag var hann við í Sjællandsmeistarakappingini og endaði á fimta plássi. Eitt frálíkt úrslit, og eingin ivi er um, at tað verður sera torført hjá hinum súkklarunum at taka sterka skálamannin leygardagin.

Undan Statoil Kring Føroyar varð Rógvi Johansen mettur sum sterkasti avbjóðarin hjá Boga Kristiansen, men Rógvi noyddist at taka seg úr tí kappingini við skaða, og hann er framvegis ikki komin heilt fyri seg. Tí verður hann ikki við í 100 km kappingini í morgin.

Av teimum heimligu súkklarunum er tað framvegis Gunnar Dahl-Olsen, sum er besta boðið upp á ein veruligan avbjóðara. Hann hevur í morgin tann fyrimunin, at hann er vanari við tær tungu brekkurnar enn Bogi, ið so at siga bert hevur súkklað í Danmark hetta árið.

Tyngsta brekkan verður niðan á Eiðisskarð. Teinurin, sum verður súkklaður, er annars tann, at byrjað verður í Skálabotni klokkan 13.30. Síðani verður súkklað um Eiðisskarð og suður aftur eftir vestaru síðu á Streymoynni, um brúnna og gjøgnum Kollafjarðartunnilin til Havnar. Hesin teinurin er 75 kilometrar, og teir seinastu 25 kilometrarnir skulu súkklast inni í høvuðsstaðnum: Frá Eystara Ringvegi niðan eftir Sundsvegnum, oman eftir Vegnum Langa og Hvítanesvegnum tilsamans fimm ferðir. Sjálvt málið verður við bygningin hjá edv-virkinum Elektron á Staravegnum.

Tað ber framvegis til at melda seg til kappingina við at ringja antin 31 52 29 ella 31 58 08 áðrenn klokkan 18.00 í kvøld.

Sum nakað nýtt verður í ár loyvt hjá súkklarunum at hava sín egna bil við. Hesin kann koyra upp til súkklaran upp til 10 ferðir og vera hjá súkklaranum í ein minutt ísenn.

Eftir hvat frættist ætla fleiri súkklarar at nýta henda møguleikan í morgin.