FM: Finalistarnir í vár og Maria Poulsen-TTS kappast í Firmakappingini

Spekt hevur nakað at hevna móti Betri á Kongabrúnni í Havn í Firmakappingini klokkan 15.10

Seinnapartin klokkan 15.10 til 15.50 vera kappingarnar nummar níggju og 10 í innleiðandi umfarinum í Firmakappingini - spurnarkappingini - á FM1.

 

Fyrra uppgerðin klokkan 15.10 er rættiliga prestisjutung. Tá kappast finalistarnir frá undanfarnu Firmakapping, SPEKT og Betri á Kongabrúnni í Havn. Betri vann finaluna, og nú fær SPEKT høvið at hevna hetta.

 

Seinna uppgerðin er ein Tórshavn-Klaksvík uppgerð millum Mariu Poulsen í Havn og TTS í Klaksvík.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo