FM favorittarnir eiga góð tøl á útivølli

Felags fyri EB/Streym og ÍF er, at tað í fyrru royndini á útivølli ímóti teimum, sum nú taka ímóti favorittunum, eydnaðist at vinna fulla úrtøku

Altjóða avbjóðingin er av á hesum sinni. Eftir at føroysku spælararnir fríggjakvøldið vóru í øgiligari av­bjóð­ing niðri í Týsklandi, verður dags­skráin mikukvøldið meiri vanlig og kend, tí tá er 23. umfar í heim­ligu landskappingini á skránni.
Hetta landsliðsumfarið fevnir annars eisini um dystir í hesi vik­uni. Eitt nú skal Týskland spæla á útivølli ímóti Eysturríki. Teir báðir dystirnir, sum Føroyar eiga á í heyst, verða ikki fyrr enn í oktober, og tí verður umfarið í lands­kapp­ingini, sum orsaka av lands­dyst­inum fríggjakvøldið, ikki varð spælt í vikuskiftinum, á skránni miku­kvøldið.
Fimm umfør og harvið fimtan stig eru eftir at kappast um, áðrenn endaliga fasittið fyri 2012 verður gjørt upp leygardagin 6. oktober.
Tað eru fimtan stig frá odda­liðnum EB/Streymi og niður á sætta plássið, sum meistararnir í B36 eru á. Møguleikarnir hjá B36 at vinna FM eru langt síðani foknir, og hóast HB á fimta plássi hevur 35 stig og harvið ikki er meiri enn tíggju stig frá toppliðnum, so verður roknað við, at FM møguleikin hjá HB varð blástur burtur í vindinum við Margáir næstsíðsta sunnudag, tá ið tað eydnaðist EB/Streymi at koma seg og vinna 3-2, eftir at HB hevði verið frammanfyri við tveimum málum.
EB/Streymur hevur 45 stig, og ÍF hevur 43 stig. Tað eru fimm stig frá oddaliðnum og aftur til KÍ og Víking, men í fyrstu atløgu má roknast við, at FM stríðið er tvíkapping mill­um teir í Sundalagnum og fugl­firð­ingar.
Felags fyri báðar FM kandidat­arnar er, at liðini mikukvøldið skulu spæla á útivølli. EB/Streymur skal vitja meistaraliðið B36 í Gunda­dali, og ÍF verður partur av grannauppgerð í Sarpugerði ímóti Víkingi.
Tað er eisini felags fyri FM kandidatarnar báðar, at teir í fyrru royndini á útivølli ímóti mótsstøðuliðunum mikukvøldið vunnu fulla úrtøku. EB/Streymur vann 2-1 ímóti B36 í Gundadali, og ÍF gjørdi rættuliga bart í Sarpugerði, har úrslitið var 4-1 til fuglfirðingar!

Á toppinum og á botni
At EB/Streymur er oddalið í lands­kappingini kemst ikki minst av, at tað hevur gingið so væl nógvu tær seinastu ferðirnar – burtursæð frá at tað kiksaði í steypafinaluni. Í sjey umførum á rað í landskappingini er EB/Streymur farin av vøllinum við úrtøku. Fýra ferðir hevur talan verið um fulla úrtøku, og tríggjar ferðir hevur tað verið javnt. Úrtøkan hev­ur tískil verið 15 stig.
Hjá B36 hevur tað ikki roynst so væl. Burtur úr sjey teimum sein­astu ferðunum hevur úrtøkan verið ellivu stig – tríggir sigrar og tveir javnleikir og tvey tap. Tað er serliga merkisvert, hvussu lítið árstalsfelagið hevur fingið burtur­úr í Gundadali í ár. Trettan ferðir hevur Gundadalur verið karmur um landskappingardystir hjá B36, og bara fimm ferðir hevur tað eydn­ast at vinna. Tvær ferðir hev­ur verið javnt, og seks ferðir er mót­støðu­liðið farið við øllum, eitt nú táið EB/Streymur vitjaði og vann 2-1.
Súni Olsen var leikbannaður
í 1-0 heimasigrinum á B68,og hanner eisini leikbannaður mikukvøldið.
Hesa ferð er trupulleikin positiv­ur hjá Heðini Askham í EB/Streymi. Egil á Bø varð skiftur inn í álopið ímóti HB, og hann skoraði eftir lítlari løtu tvey mál. Mikukvøldið verður Egil millum teir fyrstu ellivu, og hann verður í miðverjuni. Pauli G. Hansen var á beinkinum alla tíðina ímóti HB. Hann hevur verið nógv skaðaplágaður, men tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla ímóti B36.

Sum eftir ánni
1. august fóru kátu fuglfirðingarnir úr Gøtu við 4-1 sigri. Síðani tá hevur ÍF spælt seks landskappingardystir, og úrtøkan hevur verið sekstan stig. Burturúr átta teimum síðstu um­førunum hevur ÍF vunnið 22 stig – fyri sjey sigrar og ein javnleik.
Síðani 4-1 heimatapi ímóti ÍF hevur Víkingur vunnið ellivu stig burtur úr seks umførum. Ser­liga meint mundi 1-0 tapið í Runa­vík kenn­ast fýra dagar eftir finalu­sig­urin í steypakappingini.
Hjá ÍF varð Bogi Løkin so meint skaddur í Trongisvági næstsíðsta sunnudag, at tað er lítið sannlíkt, at hann verður við aftur í ár.
Hjá Víkingi noyddist Hans Jørgen Djurhuus skaddur av vøll­inum longu í 1. hálvleiki ímóti FC Suðuroy. Sølvi Vatnhamar er farin av landinum. Hann verður flog­in heim til dystirnar, men tá ið vit frættu, var tað ikki greitt, um hann kemur heim til grannastríðið miku­kvøldið.
Dagsskráin er Europa og niðurflyting
Tá ið TB 21. apríl í 5. umfari vitjaði í Klaksvík, var úrslitið málleysur javn­leikur, eftir at heimaliðið hevði verið á bóltinum nógv størsta part­in av tíðini. Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin fór KÍ norður aft­ur eftir vitjan hjá TB við 6-1 sigri. Síð­ani hevur tað gingið upp og niður hjá klaksvíkingum, sum tvær tær sein­astu ferðirnar hava vunnið fulla úrtøku.
TB hevur rættuliga knívin á bark­anum. Tvøramenn eru fram­vegis skeivu megin niður­flytingar­strik­una, og tað kundi bent á, at broddurin í álopinum ikki verður størri, nú serbiski álopsspælarin Bojan Timic, sum hevur skorað sjey av 24 málum, er farin av landinum. Tað kann væl vera, at blaðungi Poul Ingason fer at fáa møguleikan frá fyrsta bríksli.
Miðvallarin Martin Tausen er tøkur aftur eftir leikbann.
Meðan tað hjá TB snýr seg um at varðveita plássið í deildini, so er dagsskráin hjá KÍ at vinna pláss í altjóða kappingunum næsta summ­ar. Um tað skal eydnast, so er hesin heimadysturin ein av teimum, ið skulu geva fulla úrtøku.
Hjá KÍ er verjukendi John Hammer tøkur aftur eftir leikbann tvær tær seinastu ferðirnar. Ungu menn­inir hava staðið seg væl, og tí er stór kapping um plássini.

Vinna á útivølli
Tað er merkisvert, at NSÍ og HB hava vunnið innanhýsis uppgerðirnar í ár á útivølli og tapt á heimavølli. Í báðum førum var talan um 4-2 sigr­ar til gestirnar.
Felags fyri bæði liðini er, at tey í síðstu viku høvdu spælarar í lands­liðsferðalagnum, sum longu mána­dagin hittist at fyrireika seg til ferðina til Týsklands. Hjá NSÍ snýr tað seg um málverjan Kristian Joensen, verjuspælaran Pól Jóhannus Justinussen og álops­spæl­aran Klæmint A. Olsen.
Hjá HB snýr tað seg um mið­vallararnar Fróða Benjaminsen og Símun Samuelsen. Hallur Hansson umboðaði fyri síðstu ferð í hesum umfarinum HB í 3-2 tapinum ímóti EB/Streymi. Hann er nú fluttur til AaB í superliguni.

Trongdir toftamenn
Einasta liðið, sum B68 higartil hevur vunnið fulla úrtøku ímóti, er FC Suðuroy. Síðani 2-0 heimasigurin 22. juli ímóti FC Suðuroy hevur B68 spælt seks ferðir, uttan at tað hevur eydnast at vinna fulla úrtøku. Talan hevur verið um tveir javnleikir og fýra tap. At toftamenn framvegis eru omanfyri strikuna kemst av, at tað eisini hevur gingið so út av lagi illa hjá TB.
Stóri trupulleikin hjá B68 hevur verið mongu skaðarnir, og skaðar gera framvegis um seg. Eitt nú er ivasamt, um Jann Ingi Petersen er førur fyri at spæla. Hann hevur verið so nógv skaðaplágaður í ár sum ongantíð áður. Kristian Anton Andreassen er tøkur aftur, og Óli Olsen er leikbannaður.
Hjá FC Suðuroy hevur leikandi venjarin, Sasa Kolman, seinastu ferð­irnar verið uttanfyri. Hann var ann­ars stinnur í miðverjuni.