FM favorittar eru pressaðir

Tríggir dystir í Effo-deildini verða spældir í kvøld

Í gjárkvøldið vunnu tveir av FM favorittunum fulla úrtøku. Tað leyp ikki so nógv av, men tað leggja FM favorittarnir í Víkingi og HB vertin á. Víkingur vann 2-1 á heimavølli ímóti TB, og HB vann 1-0 á heimavølli ímóti B68. Støðutalvan vísir, at HB hevur seytjan stig, og at Víkingur hevur fimtan stig.

Í kvøld hittast tveir FM biðlar í Gundadali, tá ið B36 fær vitjan av NSÍ, sum hevur tólv stig, meðan B36 hevur ellivu stig. Harvið er møguleiki fyri, at fjarstøðan fram til toppin kann økjast til fimm stig hjá NSÍ, og at fjarstøðan fram til toppin hjá meistarunum í B36 kann økjast til seks stig.

 

AB fær vitjan av klaksvíkingum, sum so ógvuliga fegnir vilja vera partur av toppstríðnum. Hjá argjamonnum hevur talan verið um støðuga framgongd, men higartil er tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku.

 Triði dysturin í kvøld verður í Fuglafirði, har tað verður oyggjauppgerð millum ÍF og Skála.

 

ÍF-Skála: Rúni Gaardbo kl. 18.00

B36-NSÍ: Petur Reinert kl. 18.00

AB-KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 18.00

Í gjár

Víkingur-TB 2-1 (1-0)

1-0: Andreas Lava Olsen 38.

1-1: Albert Adu 50.

2-1: Hans Pauli Samuelsen br 67.

Dómari: Dagfinn Forná

Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Jákup V. Olsen – Sølvi Vatnhamar, Gert Hansen – Andreas Lava Olsen (Magnus Jarnskor, 78.), Heðin Hansen (Jón Krosslá Poulsen, 57.), Hans Pauli Samuelsen – Philip Djordjevic (Jobin Drangastein, 88.)

Gult kort: Jákup Vatnhamar Olsen

Venjari: Sámal Erik Hentze

TB: Joslain Mayebi – Carl M. Bech, Árni Rúnar Ӧrvarsson, Teitur J. Olsen, Eirikur M. Ellendersen – Rógvi Joensen (Hervé Din Din, 42.), Ndende Adama Guéye, Salmundur Bech, Heini Mikal Mortensen (Signar Olsen, 84.), Teitur Justinussen (Kofi Appiah, 73.)– Albert Adu

Gult kort: Teitur Justinussen

Venjari: Robert F. Roelofsen

 

HB-B68 1-0 (0-0)

1-0: Jóhan Troest Davidsen 85.

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Bartal Wardum, Ári Mohr Jónsson –  Christian R. Mouritsen, Tróndur Jensen, Rókur Jespersen (Jákup F. Hansen, 90.), Ari Mohr Olsen (Fróði Benjaminsen, 46.) – Teit Jacobsen (Pál Mohr Joensen, 74.), Øssur Dalbúð

Gult kort: Øssur Dalbúð

Venjari: Jan C. Dam

B68: Ragnar Lindholm - Ari Johannesen, Jóhan Dávur Højgaard, Evrard Blé, Jógvan Ingvard Hansen – Óli H. Olsen, Ivan Joensen, Pedro Tarancon Anton, Hákun Edmundsson (André Olsen, 89.), Michal Przbylski (Esmar P. Clementsen, 74.) - Carlos Quintan Herrero (Otto Petersen, 86.)

Gult kort: Hákun Edmundsson, Ivan Joensen

Venjari: Páll Guðlaugsson

 

Støðan

HB 17

Víkingur 15

NSÍ 12

B36 11

KÍ 10

ÍF 7

TB 5

Skála 4

AB 3

B68 3

HB, Víkingur, TB og B68 hava spælt sjey dystir, og hini liðini hava spælt seks dystir.