Komandi leygardagin verður føroyameistarkappingin í Boccia í Gundadalshøllini í Havn. Kappingin byrjar leygarmorgunin klokkan tíggju og kappast verður í trimum deildum. Ein kapping er fyri rørslutarnað børn, ein onnur fyri rørslutarnað vaksin, meðan tann triðja er fyri menningartarnað.
Sum nakað nýtt fer kappingin ár eisini at umfata eina várkapping. Hendan kappingin verður í tveimum deildum, ein fyri sysktin og hin fyri pensionistar.










