Flytið vegin burtur frá Hvítanesi

Hvítanesfólk fingu ein hvøkk, tá tey frættu um, at vegurin til Eysturoyartunnilin skuldi leggjast so nær bygdini – uttan so mikið sum at kunna tey, áðrenn arbeiðið fór í gongd.

 

Staðbundna nevndin fyri Hvítanes hevur tí sent skriv ot tekningar til løgtingslimir, stjórnarráðini og Tórshavnar kommunu.

 

Skrivið er soljóðandi:

 

 

Kunningarfundur um Eysturoyartunnilin var hildin í skúlanum á Hvítanesi 03. mars 2016.

 

Á kunningarfundinum vóru ætlanirnar við tunlinum lagdar fram, m.a. hvar tunnilsmunnin kemur upp við Hvítanes, og hvar innkomuvegurin til tunnilin verður lagdur.

 

Borgararnir á Hvítanesi vóru sera harmir um innkomuvegin; serliga at hann liggur so tætt uppá bygdina sum hann ger. Kunningarfundurin bleiv løgið nokk hildin 2 dagar eftir, at fyrstu maskinurnar vóru byrjaðar at grava fyri vegnum.

 

Fyri mong var hetta fyrstu ferð, at nakað ítøkiligt var at hoyra um tunnilin, og serliga ta ávirkan tunnilsmunnin hevur fyri Hvítanes. Eitt nú bleiv ført fram, at væntaða ferðslan um samdøgri verður á leið 6.500 bilar.

 

Á fundinum kom eisini fram, at øll neyðug loyvi í hesum sambandinum longu eru givin, at jørðin er uppkeypt til endamálið, og at arbeiði sostatt er væl ávegis.

Hvítanesfólk eru als ikki hoyrd í hesum málið, og tað er sera harmiligt. Fyri Hvítanes hevur vegurin við sær fleiri neilig árin:

 

·       -  Mist byggilendi, minni møguleika at vaksa um bygdina

·       -  Ógvuliga sjónligan veg beint við bygdina

·       -  Vandi fyri nógvum óljóðið av ferðslu

 

Tað skal tó gerast púra greitt, at hvítanesfólk á ongan hátt ynskja at steðga einum tunli til Eysturoy, tí tað verður mett, at verða eina stak skilagóða samfelagslig íløga.

Hvítanesfólk fingu høvi at koma við viðmerkingum til, hvussu bygdin á besta hátt kann verjast fyri árinunum av hesum vegi, sum ætlanin er at byggja. Hesar vóru viðmerkingarnar:

 

·       -  At taka hædd fyri yvirflatuvatnið

·       -  Doyva fyri óljóðið frá ferðslu (ivamál um volli á 1⁄2 metur er nokk)

·       -  Hava íbinding til nýggja ringvegin klára, tá tunnil opnar (fyri at tálma ferðsluni framvið

Hvítanesi)

·       -  Hæddin frá lendi til veg ov høg, vegur gerst øgiliga sjónligur

·       -  Ikki fresa rumlistrípur í vegmiðju ella vegøksl (nógv óljóð)

 

Hesar viðmerkingar skulu tó takast í tí samanhangi, at størsta áhugamál borgaranna er at fáa vegin fluttan longur burtur frá bygdini.

 

 

Í Staðbundnu nevndini fyri Hvítanes sita:

 

1.     Bárður H. Joensen

2.     Esmar A. Joensen

3.     Christian A. Djurhuus