Flyta fjøll í Norðurlandahúsinum

Hóskvøldið klokkan 19.30 verður ein dansiframførsla við íslendska bólkinum Marble Crowd í Norðurlandahúsinum.

 

At flyta fjøll er ein framførsla um fimm vinir, sum royna tað ómøguliga. Við skemti, dansi og sjónleiki fortelja tey framúrskarandi søgur um at flyta fjøll. Eitt fjall er at møta jarðskorpuni, eitt stað har fólk hittast fyri at søkja tað hægsta, ella bara eina sera stóra rúgvu av lutum.

 

At flyta eitt fjall er, at royna tað ómøguliga, men fyri tað íslendska felagið Marble Crowd virkar uppgávan sum grund fyri eini kanning, har kroppar, lutir og pallur koma saman í eini røð av fundum. Hvør fundur er ein møguleiki at taka eina avgerð, at upptraðka og fyri at fáa eina áskoðan av tí heila. 

 

Framførslan bleiv vald til ársins framleiðslu 2017 av Tanz tíðarrit ummælaranum Irmela Kästner.