Í kvøld, hóskvøldið 13. mars, kl. 20.00 fær Mentanarhúsið vitjan av tveimum serstakliga góðum tónleikarum úr Danmark. Talan er um pianistin, Andreas Flensted-Jensen og Michala Høj á violin.
Fyrst framføra tey av teirra nýggju fløgu, Be Still. Síðan framføra ymiskan søguligan tónleiki, tey siga frá og vísa samstundis á stórskíggja, so áskoðarin kann fylgja við hvat spælt verður, og vera settur inn í tónleikin.
Hetta er ein serstøk framførðsla, har allir sansir verða royndir.
Andreas fer at spæla uppá sera flotta og vælljóðandi Steinway & Sons flygli hjá Mentanarhúsinum og Michala spælir uppá eina yvir 300-ára gamla violin, ið italiumaðurin Matteo Goffriller hevur framleitt.