Ein maður varð fluttur á Landssjúkrahúsið í morgun, eftir at eldur kyknaði upp í eini íbuð í Jóan Karlsgøtu í Havn.
Tað er í teimum lonunum, sum vanliga verða nevndar Revagarðurin.
Eldurin varð fráboðaður klokkan 05.25 í morgun og tá stóð íbúðin í ljósum loga, sigur løgreglan.
Ein maður, sum búði í íbúðini, fekk nakað av brunasárum og varð fluttur á Landssjúkrahúsið
Samstundis vórðu fólk úr hinum íbúðunum flutt úr teimum, tí tað var so nógvur roykur og tey hava fyribils fingið innivist aðrastaðni.
Tað gekk tó væl at fáa sløkt eldin, men íbúðin er illa farin, Hinar íbúðirnar í lonini hava ikki fingu skaða av eldi, men helst hava onkrar teirra kortini fingið skaða av royki, sigur løgreglan
Løgreglan fer nú at kanna, hví eldur kom í íbúðina.