Flutti sjúkan mann av trolara

MRCC-Tórshavn fekk í morgun kl 1027 boð um sjúkraflutning frá einum trolara, sum var staddur sunnan fyri suðuroynna. 

Trolarin hevði verið í samband við læknan umborð á Hvidbjørnen, sum var í økinum. Roynt var at fáa læknan umborð á trolaran, men veðrið forðaði hesum. Tískil bleiv avgjørt at frægast var at fáa sjúklingin av við tyrlu og MRCC-Tórshavn fekk boð um hetta.

Bjargingartyrlan hjá Atlantic fekk boð frá MRCC Torshavn um sjúkraflutningin klokkan 10.27, og fór úr Vágum kl 11.07.

Sjúklingurin var fingin umborð á tyrluna kl 11.45, læknin bleiv tikin av Hvidbjørnen kl 11.53 og tyrlan setti síðani kós móti Lands-sjúkrahúsinum.

Umleið kl 12.30 setti tyrlan seg við Landsjúkrahúsið og sjúklingurin kom undir læknahond, sigur MRCC beint nú.