Flúgvaramaturin kemur í aðru røð

Atlantsflog boðar í dag frá, at 100.000 einvegis ferðaseðlar undir 1.000 krónur verða til taks á rutunetinum hjá felagnum alt árið.

 

Bíligasti ferðaseðilin eitur nú 699 krónur, og hann kann setast saman við dýrari ferðaseðlum.

 

Á styttri flogferðum fáast matur og rúsdrekka bíliga til keyps umborð, men leskidrykkir, vatn, kaffi og te verða framhaldandi ókeypis á øllum ferðum.

 

Umframt at ferðaseðlarnir verða bíligari og at ferðafólk frameftir mugu rinda fyri mat og rúsdrekka, so fer Atlantsflog nú eisini at flúgva til Gran Kanaria, og er ætlanin, at tað skal vera í desember og januar.

 

Sostatt fáa eisini føroyingar møguleikan at flúgva beinleiðis til eitt ferðamál, ið er kent sum eitt ferðamál hjá norðurlendingum, ið ynskja at flýggja undan kuldanum suður í heitari lond.

 

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, greiddi frá broytingunum í tíðindasendingini hjá Rás 2. Trýst á pílin undir myndinin fyri at hoyra samrøðuna við Jóhonnu á Bergi.