Flóttafólkini komin uppá plass í Kvívík

Ì útvarpinum í kvøld bjóðaði borgarstjórin

strandaðum fólkum í bilunum at koma oman til Kvívíkar.

Í allan dag hevur veðrið verið sera vánaligt og omanfyri Kvívík á landsvegnum hava nógvur bilar staðið fastir. Ì útvarpinum í kvøld bjóðaði borgarstjórin øllum strandaðum fólkunum í bilunum omanfyri Kvívík at koma oman til Kvívíkar. Tað var nevnliga so, at Landsverk stongdi vegin til Vestmanna kl. 19.00 



Danjal Petur Múller borgarstjóri sigur, at allir flóttarnir, sum hann 
skemtiliga tekur til, eitt stað í millum 10 og 20, eru eru fingnir inn privat, 
og tí er ikki brúk fyri Glæmuni, sum annars var boðað frá fyrr í kvøld var 
opin fyri øllum, sum høvdu hug at koma oman.

 

 

 

Mynd; Kommunumenn og onnur í Glæmuni fyrr í kvøld.

 

Myndina tók Birgir Waag Høgnesen