Flóttafólkatalið tað størsta í 70 ár

Talið á flýggjandi fólki er nú tað størsta síðani seinna heimsbardaga.

Tað verður staðfest í einari nýggjari frágreiðing hjá ST-flóttafólkastovninum, UNHCR, og sum er kunngjørd í morgun.

 

Í frágreiðingini stendur, at við árslok 2013 vóru 51,2 milliónir fólk ymsastaðni kring heimin noydd til at flýggja. Tað merkir, at seks milliónir flóttafólk komu afturat í 2013, tí síðst í 2012 var talið beint oman fyri 45 milliónir.

 

UNHCR sigur, at meginparturin av vøkstrinum stavar frá borgarakrígnum í Sýrialandi. Har eru 2,5 milliónir fólk tvungin at flyta av landinum, og 6,5 milliónir sýrlendingar eru flóttafólk í egnum landi.

 

Eisini aðrastaðni so sum í Miðafrikanska Lýðveldinum og í Suðursudan veksur talið á teimum flýggjandi. 

 

Fólk úr nógvum londum royna at finna sær uppihald í friðarligari londum, og tað eru serliga pakistanar, afghanar og somaliumenn, sum flýggja við tí fyri eyga.