Flott ellisakfør við Norrönu

Mánadagin 21. juli fór fransmaðurin Thomas Rudolf úr Strasbourg av landinum aftur við sínum Hotchkiss AM2 frá 1925 og í land av Norrönu kom Absalon Lydersen í Hvannasundi við einum Austin A40 frá 1954

Summarsiglingin hjá Norrönu hevur við sær, at nógv ymisk sermerkt akfør eru at síggja á føroysku vegunum. Herfyri vóru nakrir Citroën 2CV her, og í síðstu viku sást ein rættuliga sermerktur gamal bilur - av einum fyri okkum ókendum bilmerki - koyra í Havn. Bilurin var ein Hotchkiss AM2 frá 1925.


Hotchkiss var eitt franskt bilmerki, sum var gjørt frá 1903 til 1955 á eini bilverksmiðju í París. Umframt persónbilar gjørdu teir eisini vápn, tanks og amerikansku Willys jeeparnar upp á lisens fyri franska herin.


Thomas Rudolf, sum eigur Hotchkiss bilin, býr í Strasbourg í Fraklandi, har hann arbeiðir sum lærari á einum universiteti. Hann hevur eina heimasíðu: www.hotchkiss.eu, har áhugaði kunnu fylgja við, hvar hann ferðast. Fleiri myndir eru úr Føroyum á hesi heimasíðu. Hann byrjaði í Strasbourg í Fraklandi og koyrdi síðan yvirum til Dover í Onglandi og upp til Scrabster í Skotlandi. Hann hevur eisini verið í Hetlandi. Nú fór hann til Bergen og síðan skal hann koyra til Oslo, Malmö og Keypmannahavnar, har leiðin síðan gongu rheim aftur til Strasbourg.


Austin A40 hjá Absalon


Meðan vit práta við Thomas Rudolf millum bilarnar á Eystaru bryggju, kemur ein gamal svartur Austin A40 við donskum nummarplátum og føroyskum bilførara í land av Norrönu. Talan er um Absalon Lydersen í Hvannasundi, sum hevur verið í Danmark og keypti sær hendan Austin A40 árgang 1954. Absalon hevur stóran áhuga fyri gomlum bilum og eigur fleiri ellisakfør sum t.d. Ford A, Ford Capri og onkran annan Austin.


Hetta modellið av Austin A40 varð gjørt av BMC (British Motor Company) frá 1952 til 1954. Fleiri bilar av júst hesum slagnum koyrdu í Føroyum í 50-unum. Absalon minnist nógvar í Klaksvík, bæði sum hýrugognar og privatbilar. A40 er forgangari til Austin Cambridge.