Í gjárkvøldið hildu tey flestu, at George W. Bush, forseti, og ráðgevar hansara høvdu gjørt eitt bjargingaruppskot, sum bæði republikanararnir og demokratarnir í Kongressini kundu taka undir við. Men aftan á ein fund í gjárkvøldið var greitt, at floksfelagar forsetans eru ikki nøgdir við ætlan forsetans, og at teir sýta fyri at taka undir við henni, soleiðis sum hon er orðað.
-Tað er eingin avtala um hetta, og tað eru framvegis fleiri áskoðanir, segði republikanski senatorurin Richard Shelby.
Uppskotið, sum sambnært Bush og ráðgevum hansara, skal bjarga amerikanska búskapinum burtur úr kreppuni, er umfatandi. Eftir tí skal tað almenna yvirtaka veðskuld fyri einar 700 milliardir dollarar ella einar 3.500 milliardir krónur, og tað fer at kosta hvørjum einasta amerikanara, ungum sum gomlum, 2.300 dollarar ella einar 11.000 krónur.
Í gjárkvøldið vóru tey bæði forsetavalevnini, John McCain og Barrack Obama, í Hvítu Húsunum, har teir hittu George W. Bush, forseta og fleiri leiðandi kongresslimir. Aftaná kom fram, at tey republikonsku umboðini høvdu lagt sína egnu bjargingarætlan fram á fundinum í Hvítu Húsunum, og at alt síðani endaði í ruðuleika.
Tað eru serliga teir konservativu republikanararnir, sum eru ímóti, at tað almenna skal koyra 700 milliardir dollarar í kreppuraktar bankar og kredittfeløg. Teir bera ótta fyri, at hjálpin fer bara at útseta kreppuna, og at teir nógvu pengarnir tískil fara fyri einki.
Republikanararnir hava kortini játtað at samráðast um eina bjargingarætlan.










