Flogvanlukka í Turkalandi kravt 56 mannalív

Eitt turkiskt ferðamannaflogfar er dottið niður har suðuri í Turkalandi Felagið Atlasjet, sum átti flogfarið, sigur í einari fráboðan, at øll tey 56, sum vóru í flogfarinum, hava latið lív.

-Bjargingarliðini hava funnið vrakað, men har var eingin á lívi, sigur felagið.

Flogfarið var á veg úr Istanbul til Isparta, sum er einar 150 kilometrar norðan fyri tann kenda frítíðarbýin Antalya við Miðjarðarhavið. Men eftirlitið misti flogfarið av skíggjanum, stutt áðrenn tað skuldi seta seg.