Flogvøllurin ? ofraður á fullveldisaltarinum


 

Sune Jacobsen


Í síðstu viku var tingmanningin hjá Fólkaflokkinum á gosi um valúrslitið í Vágum. Tingmaðurin hjá flokkinum í Vágum sigur bart út, at tað skjótt er skomm at vera vágamaður. Og fyri at stoyta salt í sárið endar blaðið við hesum, sum kanska er skemt, men eisini kann skiljast sum nakað av sannkeika:


Uppskot um at revsa vágaveljarar:

Fyll sjógv í holið og flyt flogvøllin

á Glyvursnes.

Valið í 1998

Fyri síðsta løgtingsval sendu Jørgen Niclasen og undirritaði í felag skriv út, har vit greiddu veljarunum frá, hvussu langt undirsjóvar- og flogvallarmálið var komið. Um flogvøllin søgdu vit okkara veljarum: Í flogvallarmálinum hevur landsstýrið boðað danska ferðslumálaráðharranum frá, at landsstýrið ynskir at útbyggja flogvøllin í Vágum og vil hava samráðingar um hetta sum skjótast. Løgmaður hevur í skrivi heitt á ferðslumálaráðharran um at fremja nevndu útbygging og hevur bjóðað honum til Føroya at greiða málið endaliga. Hetta vóru orðini, skrivað av okkum báðum á vári fyri løgtingsvalið. Eingin ivaðist í, hvør skuldi útbyggja vøllin, tí málsøkið var danskt, og sostatt høvdu danir skyldu at halda vøllin á hóskandi støði.

Samgonguskjalið

Men málið skuldi fáa eina aðra vend. Tað vistu tey flestu longu í 1998, tá samgonguskjalið hjá sitandi samgongu varð almannakunngjørt. Har varð sagt, at øll mál skuldu yvirtakast, men um vit ikki høvdu førleika, so kundu ávís mál leggjast út til onnur at umsita, til vit høvdu tann neyðuga førleikan.

Í somu løtu hetta varð kunngjørt, vistu tey, sum hava áhuga fyri flogvallarmálinum, at útbyggingar hendu ongar, tí hví skuldu danir farið at útbygt nakað, sum hendan samgongan hevur avgjørt at yvirtaka.Skaðin var hendur, og tað hava tey flestu vitað alt hetta valskeiðið.

Næsti brølarin

Ein tann fyrsta uttanlandsferðin hjá sitandi samgongu var at fara niður at samráðast við donsku stjórnina um uttanlandsskuldina. Úrslitið varð sum væntað gott. Stjórnin vildu strika 900 mió.kr umframt at leggja 500 mió. kr á ís í fyrstu atløgu. Í ovfarakæti fara løgmaður og landsstýrismenn út í danskar og føroyskar fjølmiðlar at rósa sær sjálvum fyri ótrúlig samráðingarevni. Ja, her hevði David næstan vunnið á Goliat. Tveir dagar seinni situr Finnbogi Arge, sum tá umsat samferðslu, á fundi við danska ráðharran Sonju Mikkelsen um flogvallarútbyggingina.

Hvat tey hava tosað um, vita vit ikki, men tað er ikki óhugsandi, at S.M.hevur smílt. Her kemur tú at biðja um 200 mió kr til at útbyggja eitt málsøki, sum tit sjálvir hava sagt, at tit skulu yvirtaka. Og rómurin um tær 1.5 mia.kr, sum vit strikaðu í síðstu viku, hevur ikki lagt seg. Nej, ved du nu hvad Finnbogi??..

Ongar útbyggingarætlanir

Men henda samgongan hevur ongantíð havt nakrar ætlanir um at útbyggja flogvøllin. Í vár var undirritaði nakrar dagar á tingi, og setti eg tá løgmanni munnligan fyrispurning um, hvussu flogvøllurin var raðfestur á langtíðarfíggjarætlanini hjá landsstýrinum Har var eingin króna avsett, og er tað ikki enn. Um eitt gott ár verður koyrandi um Vestmannasund. Heldur ikki her er ein króna avsett til parkeringsøkið á flogvøllinum, og tað hevur altíð verið føroyskt málsøki. Her hjálpir eingin góða mamma ella danski staturin.

Magni Arge

Nú vita vit at samgongan hevur slept flogvøllinum. Tað hevur løgmaður boðað frá alment. Hann smyr egnan ódugnaskap upp á flogvallarovastan í Vágum, tí hesin hevur sagt, at fullveldisætlanin steðgaði allari útbygging. Tað vil eg halda, at øll uttan løgmaður og hansara floksfelagar hava vitað síðani 1998. Men hvat er tað sum hendir við tyrluflúgvingini? Er tað skemtið í Dagblaðnum um at flyta á Glyvursnes, sum er við at byrja?

Í bløðunum í síðstu viku sigur Magni Arge, at veðrið í Vágum í august hevði tarnað tyrluflúgvingini, men hann hevði boðað operatørunum Statoil, BP og Amarada Hess frá, at Atlantsflog hevur í hyggju at syrgja fyri, at tyrlupallurin í Havn eisini verður førur fyri at taka ímóti hesum slagi av flúgving. Tað skal millum annað gerast á tann hátt, at neyðug útgerð verður sett upp í Havn, so tyrlurnar fáa møguleikan at flúgva inn eftir Nólsoyarfirði við sonevndari instrument-flúgving.

Er henda ætlan góðkend av samgonguni ella landsstýrinum, tí eitt er, at samgongan sleppur flogvøllinum- annað er, at hon eisini er við at sleppa tyrluflúgvingini.