Flogvøllurin forðar hotellinum

Ætlaða útbyggingin á Hotel Vágum verður í løtuni tarnað av, at flogvøllurin ikki hevur nútíðarhóskandi innflúgvingartól. Hotellið fær ikki bygt sum ætlað, tí bygningurin kemur upp fyri radarsignalini hjá flogvøllinum

Ein útbygging av Hotel Vágum, verður helst ikki, sum eigararnir hava ætlað, tí tað fer at órógva innflúgvingartólini hjá flogvøllinum. Ætlaði bygningurin fer at forða radarsignalunum, sum flogvøllurin í dag nýtir.
Eigararnir av Hotel Vágum hava ætlanir um at bygja hotellið út. Biðið er um at sleppa at byggja ein tilbygning í tveimum hæddum í ovara enda á verandi hotelli. Men tað sleppa tey ikki at gera sum er, sigur Kári Hentze, leiðari á Hotel Vágum.
Grundin er tann, at bygningurin verður so mikið høgur, at hann fer at virka sum ein skermur fyri radarsignalunum, sum flogvøllurin, ið er granni hjá hotellinum, brúkar til innflúgvingina yvir Sørvágsfirði.
Søgan um innflúgvingartólini, ta sonevndu glíðibreytina, sum í áravís hava ligið niðurpakkað orsakað av væntandi fígging til uppseting, er kend. Og alla hesa tíðina hevur flogvøllurn so brúkt ta gomlu skipanina, sum ikki gerst meira tíðarhóskandi, sum árini líða.
Og nú vísir tað seg so, at tann ætlanin, sum hotelleiðslan hevur fyri eini útbygging á Hotel Vágum, kann ikki gerast, tí avvarðandi myndugleikar ikki kunnu finna út av at útbyggja flogvøllin tíðarhóskandi, sigur leiðarin á Hotel Vágum.
Onnur alternativ eru sjálvandi, sigur Kári Hentze, men hendan ætlanin við tilbygningi í tveimum hæddum er tann, sum teimum dámar best. Men hon bíðar so í løtuni eftir grønum ljósi frá SLV.
Roynt varð at fáa eina viðmerking frá Finnboga Niclasen, flogvallarovasta, men hann var ikki at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar.