Tvey fólk doyðu í dag í eini flogvanlukku uttan fyri býin Spa í Belgia.
Tað upplýsir løgreglan á staðnum.
Teir báðir persónarnir – ein flogskipari og eitt ferðafólk – vóru umborð á einum minni flogfari, tá tað rakti ein parkeraðan bil undir lending í eystara parti av Belgia.
Vanlukkan hendi í nógvum vindi.
Í samanstoytinum við bilin, sum var parkeraður á einum vegi uttan fyri flogvøllin, kom eldur í bæði flogfarið og bilin.
Flogskiparin var týskur ríkisborgari. Løgreglan hevur enn ikki staðfest samleikan hjá ferðafólkinum.
Einki verður sagt um, at fleiri fólk vóru umborð á flogfarinum.
Fleiri miðlar skriva, at bilførarin júst hevði parkerað bilin, áðrenn flogfarið rakti hann, og var farin út fyri at roykja eina sigarett.
Hann var tí ikki raktur av flogfarinum og slepp soleiðis undan vanlukkuni á lívi.
/ritzau/AFP